— <b>Argumentir at brúka tá ið forritið verður byrjað frá boðlinju</b>

<big>T</big>á byrjað verður við <tt>-v</tt> ella <tt>--version</tt> argumentinum, verður núverandi útgáva av Kickshaw víst. <tt>-h</tt> og <tt>--help</tt> argumentini tæna til at presentera eina lýsing av, hvussu man fær atgongd til hesa ábendingargluggan, fylgd av einum lista av góðtiknum argumentum. Kickshaw kann eisini byrjast við eini fíluleið til eina valmynd sum argument. Sum ein síðueffekt ger hetta tað møguligt at opna valmyndarfílur við Kickshaw við at nýta samanhangsvalmyndina í fílustyrum.

— <b>Fílur skapaðar av Kickshaw</b>

<b>Varandi</b>

Kickshaw skapar sína egnu stillingarfílu við navninum <tt>.kickshawrc</tt>, sum er staðsett í heimamappuni hjá brúkaranum.

<b>Bráðfeingis</b>

Fyri hvørja rætting sum verður gjørd, verður ein angra stakkurfíla skapað innaní <tt>/tmp/kickshaw.XXXXXX</tt> (X'irnar eru pláss fyri tilvildarligum bókstavum og tølum). Um forritið verður steðgað óvæntað, verður mappan eftir, men hetta eigur ikki at geva orsøk til órógv, tí hon inniheldur bert smáar fílur og vanliga verður hon sjálvvirkandi strikað í seinasta lagi við næsta endurbyrjan.

Kickshaw skapar eisini ein sjálvvirkandi goymingarfílu inni í heimamappuni við navninum <tt>.kickshaw_autosave</tt>. Hon verður endurnýggjað eftir hvørja rætting og strikað tá forritið verður latið aftur. Skuldi Kickshaw verið steðgað óregluliga, verður brúkarin spurdur við næsta byrjan av forritinum, um hann ynskir at enduruppseta valmyndina frá sjálvvirkandi goymingini ella at fáa sjálvvirkandi goymingina strikaða.
